#Politics
Target:
Føroya Løgting
Region:
Faroe Islands

Føroya løgting hevur í ár samtykt, at brúka nakrar hundrað milliónir krónur til tunnilsgerð. Hendan íløgan ger t.d. at um nøkur ár kuna fólk ognað sær bústað 15 - 20 min frá frá miðstaðarøkinum fyri helvtina av núverðandi kostnaði.

Um allir tunnlarnin verða í einum felag, kuna vit við bummgjaldi byggja eitt veganet í føroyum ið er til fyrimuns fyri føroyska vinnu og øll ið búgva í Føroyum.

Úrslitið verður, at vit kanska longu í 2015 hava heimsins besta skúla og heilsuverk har øll í landinum hava somu atkomu-møguleikar og kuna vit tá savna kreftir úr øllum landinum at starvast og standa saman at byggja land.

Undirritaðu vilja við hesum mæla til, at tað er av alstórum týðningi at Førøyar skjótast møguligt verða knýttar saman í einum samferðslukervi, so at øll kuna virka á jøvnum føti.

The Skilatunnlar petition to Føroya Løgting was written by Anonymous and is in the category Politics at GoPetition.